Meira heiður til Larsson

Sjálvur upplivdi hann ongantíð stóra áhugan fyri sínum bókum, og nú fær hann enn eina stóra viðurkenning fyri krimi-røðina Milennium.

Stig Larsson doyði stutt eftir, at hann hevði latið handritið til tríggjar krimisøgur til sítt forlag. Bøkurnar um Lisbeth Salander og Mikael Blomkvist hava verið stórseljarar, og nú fær triðja bókin í røðini – Luftkastellet der blev sprængt – norðurlendsku krimiheiðruslønina, sonevnda Glaslykilin.