Meira grønt, minni svart

   

Birgir Sondum, valevni á lista E
??????????????????
Undanfarna býráðssamgonga hevur lagt eftir teimum fáu blettunum í miðbýnum, eitt nú deiliga bønum niðanfyri Mortanstovubrekkuna, sum nú verður gjørdur til P-økið. Eg ætli at arbeiða ímóti, at meira asfalt verður lagt á grønu blettarnar í miðbýnum.
Tað kann ikki vera rætt, at borgararnir skulu bera ótta fyri jørðini býráðið eigur. Vanliga eru tað privat, ið byggja á egnum lendi. Fylgja tey byggisamtyktini, er í lagi.
Í fleiri førum seinasta valskeið, hevur samgongan ikki sjálvt fylgt spælireglunum. Egnar byggisamtyktir eru ikki virdar. Samtyktirnar eru snøgt sagt broyttar til gagns fyri býráðið, eitt nú Vallalíð og Kommunuskúlin.
Aðrastaðni byggja tey bilhús ella P-kjallarar. Hetta kundu vit meira enn so eisini gjørt í Havn. Bilarnir í høvuðsstaðnum verða neyvan færri í framtíðini.
Byggideildin hjá Tórshavnar Kommunu kundi virka væl. Nógv gott fólk er at taka av, og fingu tey arbeiðsfrið, komu óivað fleiri góð uppskot á borðið. Eitt nú uppskot um framtíðar parkeringsmøguleikar í býnum.