Meira glíming enn fótbóltur

Sunnudagin spældu Atli Danielsen og liðfelagarnir í Frem á útivølli ímóti Thisted í Vestur-Jútlandi. Í dystinum, sum endaði við javnleiki 2-2, fekk Atli Danielsen reytt kort, og harvið leikbann í teimum báðum komandi dystunum hjá Frem. Venjarin hjá Frem, Anders Theil segði við 4-4-2, at hann heldur, at teir í Frem vóru hepnir bert at fáa ein mann útvístan. - Summir av mínum spælarum hildu eftir øllum at døma, at talan var um ein glímingardyst, og ikki ein fótbóltsdyst, segði ein heldur hvassorðaður og speiskur Frem-venjari, aftaná dystin í Thisted.