Meira gjøgnumskygni skal til

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum vil sleppa undan meira roki um fiskidagar av tí slagnum, vit hava sæð seinastu vikuna

Fiskidagar

Landsstrýismaðurin við fiskivinnumálum við koma tí hurlivasa, sum tykist vlada í samband við lógina um vinnuliga fiskiskap, til lívs.
Fleiri eru, sum halda lógina vera bæði torskilda og mótsigandi og kunna toyggjast sum best ber til, alt eftir hvør hálar í.
Men nú skulu kunngeðir gerast, sum ikki skulu vera til at misskilja, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum í tíðindaskrivi.
Til tess at skapa størri gjøgnumskygni í umsitingini av slíkum málum fer landsstýrismaðurin at taka stig til, at í nærmastu framtíð verða kunngerðir gjørdar, sum staðfesta tær umsitingarligu mannagongdirnar, sigur hann.
Øll endalig avgreiðsla av málum um samanleggingar av veiðuloyvum og avhending av fiskidøgum verður útsett, til kunngerðirnar eru endaliga lýstar og settar í verk, sigur landsstýrismaðurin.