Heilivágsfyritøkan Pfizer kann fáa ein munandi øktan kapasitet til at framleiða koppingarevni til ES.
Tað sigur evropeiska heilivágsskrivstovan - EMA - í tíðindaskrivi.
Skrivstovan hevur nevniliga mælt til at góðkenna eina víðkan av framleiðsluorkuni í Puurs í Belgia.
Mett verður, at víðkanin av framleiðsluorkuni fer at gera stóran mun fyri Pfizer-koppingarevnið í ES, sum letur heilivágin til fleiri lond.
EMA hevur kannað, um Pfizer kann veksa um framleiðsluorkuna í Puurs í Belgia, og heilivágsskrivstovan er komin eftir, at møguleikar eru at framleiða stórar nøgdir í høgari góðsku.










