Síðani 2010 eru meira enn helvtin av nýføðingum í Føroyum føddir uttan fyri hjúnalag.
Tað vísir uppgerð í Heilsulýsingini hjá Landslæknanum.
Í 2009 vóru 48,4 prosent av børnum fødd uttan fyri hjúnalag, men síðani hevur talið ligið oman fyri 50 prosent.
Í 2013 vóru næstan 60 prosent av børnum fødd uttan fyri hjúnalag. Í 2016 var talið 53,7 prosent.
Uppgerð hjá Landslæknanum vísir, at í 2016 búðu 92,6 prosent av foreldrunum saman, tá ið tey fingu barn.