Í gomlum døgum var tað illa sætt, um ein kvinna átti eitt barn uttan at vera gift. Tíðirnar broytast tó, og seinnu árini er tað vorði alsamt meira vanligt, at børn verða fødd uttan fyri hjúnalag.
Í fjør vórðu 369 borðin í heim í Føroyum, harav meira enn helmingurin av teimum varð fødd uttan fyri hjúnalag. Í alt vóru foreldrini hjá 56,5 prosentum av børnunum, ið vórðu fødd í 2014, ikki gift. Tað vísa nýggjast hagtølini frá landslæknanum.
Tað er einki óvanligt í tí, tí síðani aldarskiftið, tað vil siga seinastu fimtan árini, er tað einans hent tvær ferðir, at tað eru fleiri børn fødd í hjúnalag enn uttan fyri hjúnalag.
Tað var í 2000, tá einans 41,4 prosent av børunum vórðu fødd uttan fyri hjúnalag, og 2009, tá 48,4 prosent av børunum vórðu fødd uttan fyri hjúnalag.
Tað at børn verða fødd uttan fyri hjúnalag merkir tó ikki, at foreldrini ikki eru saman um barnið. Tí sambært hagtølunum hjá landslæknanum, so svaraðu heili 90,5 prosent av mammunum, at tey búgva saman við pápanum at barninum. Tað er hægsta talið av mammu, ið siga seg búgva saman við pápanum, seinastu fimm árini.










