Meira enn ein milliard til Barcelona

Spanska fótbóltsfelagið FC Barcelona hevur gjørt eina risaavtalu við fyritøkuna Nike.

Avtalan er galdandi fram til 2013, og hesi árini skal Barcelona spæla í klæðum frá Nike. Sambært spanska blaðnum Marca er avtalan verd 1,1 milliard krónur, og hesa upphædd fær Barcelona at ráða yvir næstu seks árini.