Meira enn 200 til oljuráðstevnu

Meiri enn 200 fólk hava teknað seg til oljuráðstevnuna, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum allan mikudagin. Hetta er 3. ferð, at Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum skipar fyri slíkari ráðstevnu, sum helst fer at verða fastur táttur hesa ársins tíð, soleingi leitað verður eftir kolvetnum á landgrunnum og útlit eru fyri oljufundum og fylgjandi framleiðslu. Av tí at lítið virksemi hevur verið á landgrunninum í eina tíð og tí bert ein brunnur skal borast næsta ár er avgjørt, at ráðstevnan bert skal vara í ein dag. Skráin er tó bæði fjølbroytt og áhugaverd.

Oljuráðstevna

Ráðstevnan byrjar klokkan 9:00 við nøkrum orðum frá Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum.

Nógv ymiskt er á skránni. Millum annað fara øll oljufyristøðufeløgini í Føroyum at gera status. Serliga áhugavert verður at hoyra, hvat Agip fer at siga. Tað verður bara ein brunnur boraður næsta ár, og tað er Agip, sum stendur fyri honum.

Í sambandi við oljuráðstevnuna koma eisini umboð fyri Dolphin Drilling til Føroya. Dolphin Drilling er felagið, sum Agip hevur gjørt sáttmála við, um at bora brunnin næsta ár. Iain Mitchell, Senior Vice President Marketing, fer at umboða Dolpin Drilling á ráðstevnuni.

Martin Heinesen, stjóri á Jarðfrøðissavninum, fer at greiða frá, hvussu gongst við menningini at sleppa ígjøgnum basaltið. Bæði tá tað kemur til at skjóta seismikk og tá tað kemur til at bora ígjøgnum basalt. Lars Bæksgaard, formaður í Sindri, fer eisini at geva ein status, millum annað av boringini í Glyvursnesi. Og tíl síðst í hesum partinum, fer Herálvur Joensen, aðalstjóri í Oljumálaráðnum, at siga nøkur orð um næstu útbjóðingarrundu.

Seinnapartin verður sett fokus á risastóra norksa LNG-gass projektið í Norðurnoregi. Snøvit. Eisini fara vit at hoyra nakað um føroysku royndirnar at gerast partur av oljumenningini í útlandinum. Har fara m.a. Wilhelm Petersen frá Atlants Kolvetni og Magni Arge frá Oljuvinnufelagnum at leggja fyri.