Umleið 100 fólk eru til arbeiðis á Transocean Rather, nú farið verður undir enn eina spennandi og avgerandi leitiboring á landgrunninum. Teirra millum eru eisini tveir føroyingar. Annar teirra er sjúkraystur og hin er løgreglumaður. BP hevur gjørt avtalu við Atlantsflog um at flyta fólk av pallinum til flogvøllinum, men tyrlan verður ikki klár fyrr enn um nakrar vikur. Til tá verða fólkini flutt beinleiðis til Aberdeen. Tí verður eisini eftirlit við arbeiðsloyvum nú avgreitt umborð á pallinum. Annars hevur BP gjørt avtalur við fleiri føroyskar veitarar um at veita vørur og tænastur í sambandi við boringina.
Á fundi í Oljutinginum í vikuni segði Jonathon Trueman frá BP, at sannlíkið at finna olju er 10%. Tó metti hann boringina sum sera spennandi. Mett verður at borast skal ígjøgnum 500 metrar av basalti, áðrenn farið verður longur niður. Kortið vísir tey ymsu løgini borað verður ígjøgnum teir 4700 metrarnar. Reyða lindin er basaltið. BP fer annars eftir tveimum málum, har tey meta olja ella gass er. BP sigur, at verður bara gass funnið, so er tað eisini gott.
Kort av boringini á Williamleiðini. Kelda BP









