Meira country í Sørvági í dag

Í dag spæla Hallur Joensen, Halleluja Sofus og onnur á Countryfestivalinum í Sørvági

 

Veðrið er av tí besta kring landið, og veðurstovurnar siga frá lýggjum, stillum og turrum veðri restina av degnum og í kvøld.

Hetta er góðar umstøður at halda Countryfestival í Sørvági. Festivalurin fyri country og blues tónleik heldur fram í dag, og nógv fólk hava longu verið á festivali.

Countryfestivalurin byrjar í dag við barnaundirhaldi kl. 14.30, og síðani verður hildið fram til langt út á sunnunáttina.

Í kvøld ber eitt nú til at hoyra føroyska countrykongin Hall Joensen spæla. Eisini fara Billy Yates, Halleluja Sofus, Evi Tausen, Flamma, Vestmenn og onnur á pall.