Maðurin, sum stóð aftanfyri upprunaligu sendirøðina, Darren Star, er sjálvur farin í holt við fyrireikingarnar til nýggja sendirøð, og fleiri av teimum gomlu sjónleikarunum hava játtað at verið við. Hetta skrivar IMDB News. Tað er ikki komið fram, hvat nýggja sendirøðin fer at snúgva seg um, men roknað verður við, at Beverly Hills 90210 verður aftur at síggja í amerikanskum sjónvarpi síðst í hesum árinum.