Meira av tí góða – vala bóka­verk hjá Helga Jacobsen

Við tørvinum á innivist í miðdepli verður hotelssøga, havnarsøga og føroyasøga við eini rúgvu av upplýsingum um vinnuviðurskifti og ferðandi í serligum ørindum søgd. Farið verður aftur til upprunan og søgutráðurin raktur til dagsins vistar- og veitingarmøguleikar.

Hjørleif Kúrberg
-----

Gestablídni kveikir forvitni at ferð­ast í Føroyum
Helgi Jacobsen hevur latið úr hond­um stórverk um, hvussu vit við blíðskapi og gestablídni kunnu menna og styrkja okkum í strembanini eftir at fáa Føroyar til eitt enn betri ferðamál hjá fremm­andafólki. Ja, kanska ikki bert hjá fremmandafólki, men eisini hjá okkum føroyingum. Vit tosa jú dag og dagliga um at vit eiga at ferðast meira í egnum landi. Og her haldi eg, at meira av tí góða eigur at vera ein góður brellbiti hjá mongum før­oyingi at vekja hugin at ferðast í egnum landi og fáa nógv meira at vita um land, fólk og livihátt nú og fyrr, - serliga her í Havn.

Einaferð var tað...
Byrjanin er kanska fyri nógv nakað drúgfør, men fyri meg og ivaleyst nógv onnur, leggur hon væl upp til tað, ið seinni kemur.
Alt tað søguliga verður væl og virðiliga greitt frá, og vit verða førd inn í eina farna tíð við øllum teimum fyrimunum og vansum, ferðandi kundu renna seg í á eini ferð til Før­oya. Og brádliga verður farið inn á, hvussu ferðingarmøguleikar, gisting og mangt annað er broytt so ógvu­­liga nógv til tað betra seinastu 30 - 40 árini við regluligari sambandi loft- og sjóvegis.
Greitt verður út í æsir frá lívinum í Havn og teimum, ið løgdu lunnar undir lív og virki her í Havn. Fyri tann søgu- og mentanaráhugaða er tað stak áhugaverdur lesnaður, tí nógv er gjørt burturúr, eins og tekst­urin er væl stuðlaður av sig­andi og góðum myndum. Onkrar havi eg ikki sæð fyrr, t.d. ta undir Kjall­ara, vit róptu, sum Flora Heil­mann hevur tikið. Tað er har Sjó­vinnu­bankin ella Trygd er í dag. At síggja øll tey gomlu húsini, Kristna­stovu, Tingstovuna, Kantórið, Villums­stovu, Ásbi­stovu, í Dali, Dáva­stovu, við Stein og Ísaks­stovu, fluttu meg aftur í gamlar dagar, og eg mintist sovorðið, sum eg ikki helt meg vita. Okkurt, ið prikar havnar­hjartað, er, tá ið nøvn og myndir ikki fara heldur lætt um heiti og staða­nøvn, eitt verður sagt innan fyri Bursa­tanga, og tað sæst, at talan er um Kongabrúnna. Tað er so mangt, ið er innan fyri Bursatanga, men Konga­brúgvin fyri okkum tilkomnu var eitt heilt serligt stað í Havn, sum veruliga var eitt snúningspunkt, tá ið tað snúði seg um lív, handil, ferðandi og annan flutning. Hetta eru tó smálutir, ið á ongan hátt lýta bókina.

Tað besta
Tað, ið mær dámar best, eru tær greiðu útgreiningarnar um vinnu­lívs­fólk, teirra arbeiði og ídni til framburð. Ikki bert føroyingar, men nógvir útlendingar hava stóran heiður av, at Havnin er tað, hon er í dag: Ein sprelllivandi høvuðsstaður við øllum, ið hartil hoyrir.
Fremmandafólk undrast mang­an, hvussu væl alt riggar. Ikki minst verða veitingar- og gist­ingar­møgu­leikar nevndir, t.d. Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hafnia, Hotel Streym, Bládýpi, Kerjalon og eitt rætti­­liga stórt tal av B&B (Ból og biti).
Matur fæst á fleiri enn 25 mat­stovum, og harímillum ber til at fáa forkunnugar rættir úr føroyskari rávøru.

Hotel Føroyar í miðdepli
Sjálvandi verður nógv gjørt burtur úr Hotel Føroyum, tað vil so vera. Maturin á matstovunum á Hotel Før­oyum fáa nógva umrøðu. Væl verður greitt frá, hvussu KOKS roynir at nýta sum mest av føroysk­ari rávøru og bróta upp úr nýggjum ella nýta gamla vitan á øðrvísi og nýggjan hátt.
Onkur heldur kanska henda part vera ov drúgvan, og onkur annar heldur, at skalt tú hava nakað vita, so er tað júst her, tú skalt leita upp upplýsingarnar. Til dømis kann hugsast, at fólk við tilknýti til Hotel Føroyar ella gestir og viðskiftafólk leita aftur á slóðina í júst hesum parti. Onkur annar loypur pettið um, og tað ber væl til, tí bókin er skrivað soleiðis, at tú ikki kennir teg missa nakað, um tú lesur hana í brotum. Sjálvur dámar mær eisini væl at lesa í brotum, og eg eri fegin um at fáa so nógv at vita um gerandisdag og høgtíð í okkara høvuðsstaði fyrr og nú í eini og somu bók. Deiligt! At verkið so er skrivað í greiðum og jaligum anda ger tað ikki verri.

Hotel Føroyar ein varði og hotellsøgan eitt týðandi klípi í søguni um Havnina
Tað er lítil ivi um, at Hotel Føroyar av Kongabrúnni og niðan undir Oyggjarvegin hevur havt sín serliga týdning fyri Havnina, so umframt at vera ein varði í býarmyndini leggur Meira av tí góða seg eisini sum eitt týðandi klípi í søguna um Havnina. Og havnarsøga er eisini partur av føroyasøgu, so bókin er í grundini viðkomandi fyri okkum øll. Hotel Føroyar og Helgi Jacobsen eiga stóra tøkk uppborna fyri hetta, eftir mínum tykki, valaverk_