Annita á Fríðriksmørk,
limur í Tjóðveldisflokkinum
_________
Anders Fogh Rasmussen hevði eina grein í vikuskiftisbløðunum, har hann takkar og fegnast um arbeiðið, sum hann og danska stjórnin hava gjørt, og sum Løgtingssamgongan og Fólkatingið hava samtykt.
Men hesir afturvendandi setningarnir frá donskum forsætismálaráðharrum um gensidig respekt, ligeværdige parter, fælles fremtid og annað gott, sum teir óivað halda rørir hjartastreingir í Føroyum, verður eisini endurtikið upp í saman í greinini hjá Anders Fogh Rasmussen. At vit kenna endurtøkurnar aftur, kemst óivað av, at hann hevur sama Føroyapolitikk og nøkulunda somu embætismenninar, sum forsætismálaráðharrarnir undan honum.
"Hann" skrivar m.a. at "den nye ordning.... mellem Færøernes landsstyre og den danske regering som ligeværdige parter ". Men hyggja vit so at hesum "nye ordning", so stendur har m.a., at "Kongeriget Danmark er ét folkeretssubjekt - én stat". Lógin tosar als ikki um nakrar javnbjóðis partar, sum Fogh fær tað til at ljóða. Men lógin tosar um éitt fólk og éin stat.
Fogh leggur eisini dent á í greinini, at føroyingar sjálvir skulu gera av sína framtíð! Hann sigur soleiðis " Jeg går ind for folkenes selvbestemmelsesret. Det færøske folk kan og skal selv beslutte sin fremtid." Men hvar var hesin vilji Fogh´s, tá eitt einmælt løgting fyri tveimum árum síðani heitti á donsku stjórnina um at arbeiða fyri, at vit fingu sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Góðan karakter í atburði
Eitt er, at hann ongastaðni grundgevur fyri sínum sjónarmiðum, men tað sum verri er, er, at hann nýtir sera manipulerandi vendingar, og roynir ivaleyst soleiðis at tekkjast føroyingum. Men hann ger tíbetur so nógv av, at var eg leiðari fyri ein av sambandsflokkunum í Føroyum, so hevði eg hildið, at greinin var betur óskrivað. Men sum limur í Tjóðveldisflokkinum vil eg inniliga heita á Fogh um at koma við fleiri av hasum slagnum!
Tí júst hasin mátin at skriva uppá, er so deiliga avdúkandi. Minnir einamest um karakterirnar, sum vit fingu í barnaskúlanum: Vórðu vit fitt, skikkaðu okkum væl, sótu still og aktaðu, so fingu vit góðan karakter í atburði.
Anders Fogh gevur landsstýrinum góðan karakter í atburði. Landsstýrið hevur jú eisini verið fitt mótvegis donsku stjórnini, skikkað sær væl, sitið stilt og akta.
Men hann sigur onki um, hvat hann heldur um politiska hegni teirra og strategiska snildni.
Karakterurin í atburði hjá næmingunum segði heldur onki um, hvussu næmingurin annars kláraði seg fakliga.
"Jeg og mine embedsmænd"
Og so skrivar Fogh, at "Vi har sammen gennemført". Hann kundi fyri ein ordans skyld skriva aftanfyri orðið "vi": jeg og mine embædsmænd! Annars kann onkur halda, at Fogh meinar við seg sjálvan og løgmann, tá ið hann tosar um "vi". Men tá ið løgmaður ikki eigur ein einasta bókstav í lógartekstinum, kann orðið "vi" neyvan av røttum sipað til løgmann.
Gloymið tað, sum farið er!
Fogh sigur eisini í greinini, at hann gongur inn fyri, at Føroya fólk sjálvt skal gera av sína framtíð.
Men sigur seg skilja væl, at tað kann vekja kenslur, tað sum hendi í 1946, men so biður hann okkum hyggja frameftir. Eg skilji væl, at hann royndir at fáa fokusi flutt frá fortíðini. Bað hann ikki eisini Thule búgvarnar gloyma, tá danska hervaldið tvangsflutti thulebúgvarnar, - ikki fyri 400 árum, men fyri 40 árum síðani. Hesi fólkini skulu vist eisini bara gloyma tað, sum farið er og hyggja frameftir. Ella tá ið danskir embætismenn fyri - ikki 50 men fyri 5 árum síðani fyri altjóða samfelagnum, við vilja søgdu ósannindi um føroyingar. Hetta skal sjálvandi eisini bara gloymast, og er tí ongantíð rættað! Og vit skulu í felag hyggja frameftir við gensidig respekt, i en fælles fremtid og som ligeværdige parter. Ikki so!
Almanna og heilsuverkið verður fíggja við føroyskum skattakrónum!
Fogh skrivar eisini, at blokkstuðulin verður brúktur til almanna og heilsuverkið. Tað er heldur ikki rætt. Tað var hann inntil fyri 17 árum síðani, og var tá kallaður refusión. Nú fer blokkurin (ella endurgjaldið til føroyska samfelagið) í landskassan, og er ikki markaður til nakað sum helst.
Tað er kanska ikki av tilvild, at hann sigur, at blokkurin fer til almanna og heilsuverkið. Tað hevði jú ikki ljóða líka neyðsynjað, um hann t.d segði:
? at blokkurin, sum fer til almennan rakstrarstuðul til vinnulívið, ella
? blokkurin, sum ger tað møguligt at geva teimum hægst løntu 240 mió í skattalætta, ella
? at sagt sum var, at blokkurin er ikki annað enn eitt endurgjald fyri danskan yvirvaldsrætt í Føroyum
Tað ræður jú um at lata sum um, at blokkurin fer til almanna og heilsuverkið. Øll eru jú samd um, at almanna og heilsuverkið er tað mest grundleggjandi í samfelagið okkara.
Tí er tað genialt at siga, at blokkurin verður brúktur til almanna og heilsuverkið, ergo kunnu vit ikki verða blokkin fyri uttan. Smart!
Og so kundi eg hóskandi lagt afturat, at samstundis sum blokkurin lækkaði við einum triðingi fyri 4 árum síðani hækkaði játtanin til almanna og heilsuverkið.
Men til síðst vil eg takka Fogh fyri greinina og vóni at handan var bara tann fyrsta í røðini