Meir enn 1000 gestir til morgunmat

Fyrireikararnir av Sjómannadegnum meta, at gott 1000 gestir vóru til stóra morgunmatarborðið leygarmorgunin


Aftur í ár byrjaði Sjómannadagurin í Klaksvík við stórum morgunmatarborði á Stangabrúnni 



Savningarstað

Ikki færri enn 50 tænarar syrgdu fyri, at øll fingu wienarbreyð og ein heitan munn, sum mundi koma væl við í vakra men eitt sindur kalliga veðrinum. Tá avtornaði vóru fleiri hundrað litrar av kaffi og meir enn túsund bitar av wienarbreyði farnir niður um, vita fyrireikararnir at siga.

Nógv trokan var fram við 40 metra langa borðinum, líka til seinasti bitin varð svølgdur. Tað var tó neyvan tann stóra svongdin, sum gjørdi borðið so lokkandi. Tað var í øllum førum týðiligt, at tey flestu nýttu løtuna sum eitt fínt høvi at fáa sær eitt huganligt prát við onkran. Borðið gjørdist so at siga fyrsta savningastaðið á Sjómannadegnum.

Tað vóru fyrireikararnir av Sjómannadegnum, sum stóðu fyri hesum partinum av tiltakinum. Í tí sambandi vilja teir fegin nýta høvi at takka teimum mongu sponsorunum av Sjómannadegnum, ið teir flestu vilja vera ónevndir.

- Uttan teir hevði tað als ikki borið til at skipa fyri einum so stórum og ókeypis borðhaldi, sum hesum, sigur Niklas Heri Jákupson, ið er ein av fyrireikararnum.