Meiningsmyndarar ella bíligt undirhald

Reidar Nónfjall

Vit í Føroyum virka í einum samfelag og í einari verð við nógvum informatiónum, sum kunnu verða við til at skapa fortreytir fyri øktum effektiviteti, øktum produktiviteti og skjótari menning – vit í Føroyum eru á veg frá einum veiðisamfelag til eitt informatiónssamfelag. Informatiónir verða útvegaðar umvegis miðlar sum sjónvarp, útvarp, bløð, internet o.a. Tað, sum vit eisini uppliva í stóran mun, er eitt kaos av informatiónum og meiningum, og har tey, sum føra seg fram alment, ikki megna at skapa greiðar boðskapir og seta mál, tosa mest sína egnu egoistisku søk, royna at villeiða, tosa abstrakt ella óítøkjuligt o.a.

Í øllum hesum informatiónskaos er sera neyðugt við vitanarpersónum og meiningsmyndarum, tvs. persónum, sum kunnu draga samanum, koma við røttum, undirbygdum og greiðum boðskapum og soleiðis lyfta seg og okkum burturúr kaos og bíligum undirhaldi av øllum slag.

Tað er grundleggjandi munur á informatión og vitan. Vitan fæst við dátaviðgerð, analysum av informatiónum, nógvari nýtslu av tíð, peningi og orku o.a. – strategisk vitan er virðisskapandi uppá ymiskar mátar. Vantandi vitan sæst aftur í teimum nýggjheitum, sum verða borðnar okkum dagliga - tær eru vanliga útvegaðar skjótt og verða viðgjørdar yvirflatiskt, heildin kemur ikki við, ongin dýbd og eru mangulfullar. Vit gerast tí oftast ikki klókari ella betri fyri av tí vit hoyra og síggja umvegis fjølmiðlarnar – vit gloyma eisini tiðindini ógvuliga skjótt og ongi mørk verða flutt. Harafturat hevur tann nógva informatiónin vit fáa, lutfalsliga avmarkaðar handlingar við sær og lítið og onki fær avleiðingar orsaka av informatión – hetta er serliga galdandi innan politisku skipanina í Føroyum. Eisini uppliva vit endurtøkur og aftur endurtøkur av somu informatiónum.

Teir meiningsmyndarar, sum royna seg í Føroyum eru mest politikarar og religiøs fólk. Tað er í alt ov lítlan mun vinnulívsfólk og leiðarar, sum bera fram sínar meiningar, trupulleikar og vísa á loysnir. Tað, sum eisini eyðkennir meiningsmyndarí í Føroyum er, at flestu meiningsmyndarar bara koma fram í sambandi við einstøk primitiv og lætt atkomulig mál og nærmast balladumakarí. Vit hava snøgt sagt ongar meiningsmyndarar, sum arbeiða pro-aktivt (uppá forkant) ella leiða samfelag og vinnu inn í framtíðina – nakrir politikarar royna kortini, men uttan neyðuga førleikan og royndirnar. Í hesum sambandi er eisini lívsneyðugt at brúka informatiónir til at siga sannleikan og gerast tilvitað um okkara veruligu trupulleikar, so vit finna bestu loysnirnar og varðveita okkara demokrati og møguleikar fyri menning.

Spurningurin er so, um vit framhaldandi skulu verða undirdýkt av onkisigandi informatiónum og meiningsloysi, slúka allar informatiónir rátt og ókritiskt. ella okkum tørvar kompetentar meiningsmyndarar at byggja samfelag, vinnu og borgararar upp við dygdargóðari vitan. Verður politiska og vinnuliga arbeiðslagið ikki broytt frá nú av, so megna vit ikki at koma víðari frá einum veiðusamfelag, informatiónssamfelag og til eitt vitanarsamfelag við framburði og menning.