Meiningsleyst at senda tjóðveldismann ella sambandsmann á fólkating

Líkamikið hvør vinnur fólkatingsvalið í Danmark, so er tað umráðandi at javnaðarlfokkurin fær umboðan á fólkatingi, har hann kann bera fram síni sjónarmið viðvíkjandi føroyska samfelagnum útfrá eini sosialdemokratiskari samhaldsfastari hugsjón.

 

Seinastu 4 árini hava verið merkt av politiskum stríði ímillum Føroyar og Danmark viðvíkjandi støðu okkara í ríkisfelagsskapinum. Sitandi samgonga legði sterkt út við nógvum ógvusligum ætlanum um sjálvstýri, hóast vit ikki høvdu fíggjarligan ella fakligan førleika fyri hesum. Tá alt skuldi standa sína roynd við fólka-atkvøðu um hendan spurning 26. mai í ár, tordi samgongan ikki, tí hon visti sjálvandi at undirtøka ikki var hjá føroya fólki at fara burturúr ríkisfelagsskapinum.

Samstundis hava veljarakanningar víst, at ein meiriluti av føroya fólki ynskir broytingar í viðurskiftinum ímillum Føroyar og Danmark. Hetta ynski um broytingar samsvarar væl við uppskot javnaðarfloksins um eina sjálvstýrislóg innanfyri ríkisfelagsskapin, har møguleiki verður at yvirtaka nærum øll samfelagsmál eftir fíggjarligum og fakligum førleika og í sama viðfangi syrgja fyri at lívskorini hjá vanliga føroyinginum eru á sama støði sum í londunum rundanum okkum. Hetta er ein treyt fyri at unga fólkið ikki støðast í hesum landi og fær hug at seta búgv og virka her, so er meiningsleyst at tosa um sjálvstýri.

Tann ekstrema og radikala leiðin er orynd og hevur spælt fallit í hesum valskeiði. Tí gevur tað onga meining at senda ein tjóðveldismann á fólkating at ópa um tað sama. Tað gevur heldur onga meining at senda ein sambandsmann á fólkating at bera fram sjónarmið um, at einki skal henda ella at tað bert skulu gerast kosmetiskar broytingar í viðurskiftunum ímillum Føroyar og Danmark.

Tað er staðfestur ein politiskur ivlji í Føroyum til broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum innanfyri ríkisfelagsskapin. Samstundis er staðfestur ein breiður politiskur meiriluti í danska Fólkatinginum til nøkurlunda somu broytingar innanfyri ríkisfelagsskapin. Tí vildi tað verið politiskt skilagott at framt henda møguleika í komandi valskeiði.

Hetta gerst best við at velja javnaðarflokkin á fólkatingsvalinum nú 20. november og sterkan á komandi løgtingsvali soleiðis at miðjan í tjóðskaparpolitikkinum verður loysnin í framtíðini eins og hon var tað tá heimastýrislógin varð gjørd í 1948.

Gott val!