Meinhardt skal venja NSÍ

Nú er tað greitt, hvør skal hava ábyrgdina av næstbesta NSÍ liðnum. Týsdagin varð kunngjørt, at Meinhardt Dalbúð, sum býr í Runavík, skal hava ábyrgdina av NSÍ liðnum í 1. deild. Liðið flutti síðsta kappingarár upp í næstbestu deildina.
Takið hjá Meinhardti verður í góðum samstarvi við venjaran hjá Formula liðnum, Johan Nielsen, og hjálparvenjara hansara, Paula Poulsen, at menna spælararnar og at syrgja fyri, at liðið varðveitir plássið í næstbestu deildini.
Meinhardt hevur drúgvar venjararoyndir. Umframt at hava vant fleiri av yngru deildunum í NSÍ, hevur hann verið venjari á Skála, í Leirvík og í Fuglafirði, har hann í tvey ár vandi ÍF, sum tá var í bestu deildini.