Meinhardt er ættaður úr Fuglafirði. Pápin var Hjalmar Dalbúð, sum koyrdi lastbil og viðhvørt var til skips, og mamman var Katrina fødd Heinesen og ættað úr Leirvík. Meinhardt misti mammuna longu, tá ið hann var tólv ára gamal. Meinhardt eigur eina systir, Annebeth á Lakjuni, sum býr í Fuglafirði.
Meinhardt lærdi til elektrikara hjá Jóhannesi Thomsen í Fuglafirði. Eftir lærutíðina var hann til skips við Froyi og Sjúrðarbergi, og onkran túrin var hann eisini við Ólavi Halga.
Í 1984 giftist Meinhardt Ingunn, sum er ættað úr Runavík. Í áttati árunum búðu tey í Odense, og í 1986 varð Hjalmar føddur. Øssur er føddur í 1989, Liss í 1992, og í 1998 kom Torkil, sum tey fingu loyvi at hava í fýra ár, áðrenn hann varð tikin burtur. Torkil hevði føroysku sjúkuna. Elsti sonurin er giftur Mariu, sum er ættað frá Gøtugjógv. Tey búgva á Toftum. Øssur og Liss búgva heima hjá foreldrunum.
Mong munnu komast við Meinhardt frá fótbóltinum. Hann var unglingameistari við fuglfirðingum í 1975. Eftir at hann hevði verið til skips í tvey ár, kom hann í 1978 á besta liðið, og í 1979 var hann á ÍF liðnum, sum vann fyrsta og higartil einasta FM heitið til Fuglafirðar. Liðið var góður blandingur av royndum spælarum og so ungum, evnaríkum og røskum monnum. Millum teir fyrru vóru Sam, Áku, Herman, Birgir og Hans Elias. Millum hinar vóru Pól, Sonni, Kaj Eli, Ábraham, Ove, Jan, Kristian og Meinhardt. Fyrra partin av árinum var Dave Jones eisini á liðnum.
Svenskarin Ronny Gunnarsson var venjari. Hann vildi hava Meinhardt at vera aftasta mann í verjuni. Meinhardt hevði altíð verið álopsspælari, og hann treivst ikki í verjuni. Hann varð fluttur longri fram á vøllin, og tað mundi loysa seg, tí tá ið meistaraheitið var komið til høldar, var tað við Meinhardti sum toppskjútta! Frá 1974 og fram til fyrst í áttati árunum vóru tað ofta boð eftir Meinhardti at umboða Føroyar – fyrst á unglingalandsliðunum og síðani á a-liðnum.
Eftir árini í Odense flutti familjan til Havnar, har Meinhardt í 1987 og 1988 spældi við B36. Orsaka av skaða gavst hann tá at spæla í fremstu røð. Sambandið við fótbóltin er kortini ikki slept. Meinhardt hevur tikið av tilboðunum um venjaraútbúgving, sum FSF hevur bjóðað, og hann hevur verið venjari í Fuglafirði, á Skála, í Leirvík, á Toftum og í Runavík, har hann í ár hevur ábyrgdina av dreingjaliðnum og eisini hjálpir til í øðrum liðum. Á vøllinum er tað Øssur, sum nú ber Dalbúð máltevið víðari.
Síðst í áttati árunum flutti familjan í nýggj hús í Runavík. Ingunn og Meinhardt eru bæði sera fyrikomandi, blíð og opin, og tað eru nógv, sum vitja í hugnaliga heimi teirra.
Meinhardt arbeiddi í tíggju ár hjá El-Service á Skála, síðani hevur hann selt fisk, og nú er hann húsavørður í Norðoya Sparikassa. Hann er starvsnevndarlimur í Javna, og familjan hevur sína dagligu gongd í Berøa samkomuni.
Runda føðingardagin er Meinhardt burturstaddur. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku og takka fyri gott vinarlag! Jóannes