Meinhard til Noregs

Føroyski leikarin fer nú aftur til norskan fótbólt.

Føroyski fótbóltsspælarin, Meinhard E. Olsen, skiftir eftir øllum at døma úr svenska felagnum GAIS til norska felagið Bryne FK. Tað skrivar eitt nú Bergens Tidende í dag.

Blaðið skrivar, at skiftið er treytað av at Meinhard klárar læknakanningina. Hereftir kann hann skriva undir við felagið, sum spælir í næstbestu norsku deildini.

Meinhard E. Olsen gerst harvið annar føroyingurin í Bryne FK-hópinum, har Rógvi Baldvinsson nevniliga eisini spælir.

Hetta verður ikki fyrsta uppihaldið hjá 23 ára gamla Meinhardi E. Olsen í Noregi. Í 2019 spældi hann nevniliga við Kristiansunds BK.