Landsliðsleikarin, Meinhard E. Olsen gjørdist sigursmálsskjútti hjá Mjøndalen í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Mjøndalen vann í kvøld 1-0 á Ranheim á útivølli.
Meinhard skoraði sigursmálið í 66. minutti. Mathias Bringaker átti uppleggið til sigursmálið.
Talan var um sætta málið hjá Meinhardi hetta kappingarárið.
Mjøndalen er nú røttu megin niðurflytingarstrikuna. Mjøndalen er fimtaftast í deildini við 18 stigum.
Komandi mánakvøld klokkan 18 tekur Mjøndalen móti gamla liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger.
Gullbrandur Øregaard slapp í kvøld ikki framat hjá Sandnes ULF, ið tapti 1-3 (1-0) fyri Stabæk á heimavølli.
Sandnes er aftast í deildini við 13 stigum.