Meinhard skoraði hattrick upp á sjey minuttir

Meinhard E. Olsen var ikki til at steðga í fyrra hálvleiki í heimasigri hjá Mjøndalen í kvøld

Meinhard E. Olsen stóð fyri einum framúr góðum avriki, tá Mjøndalen á heimavølli í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vann 4-1 á Sandnes ULF, ið lat Gullbrand Øregaard sleppa á vøllin, tá ein hálvur tími var eftir av dystinum. 

 

Uppá sjey minuttir, millum tólvta og nítjunda minutt í fyrra hálvleiki gjørdi Meinhard ikki mætari enn at skjóta eitt reint hattrick fyri Mjøndalen.

 

Í steðginum var Mjøndalen á odda 3-1. Martin Ovenstad staðfesti sigurin í 65. minutti.

 

Meinhard hevur nú skotið seks mál og lagt upp til fimm mál í 22 dystum.

 

Meinhard var skiftur út tá 82 minuttir vóru leiktir av dystinum. So dysturin í kvøld var ein føroyingauppgerð í 22 minuttir, tá bæði Meinhard og Gullbrandur vóru á vøllinum.

 

Mjøndalen er nummar 10 í deildini við 30 stigum. Trý stig eru upp til sætta plássið, ið gevur rætt til at leika Play Off dystir um uppflyting. Sandnes ULF er nummar fimm í deildini við 37 stigum.

 

Aftaná skaðafráveru sat Rógvi Baldvinsson á beinkinum hjá Bryne í kvøld.

 

Bryne vann á heimavølli stórsigur 5-0 á Raufoss. Bryne var á odda 2-0 í steðginum.

 

Bryne er nummar 13 í deildini við 23 stigum. 

 

In.fo vónar seinni í kvøld at kunna vísa málini Meinhard skoraði móti Sandnes ULF.