Meinhard og liðfelagarnir megnaðu javnleik móti oddaliðnum

Móti dystarenda tryggjaði Kolding sær eitt stig í Odense

Meinhard E. Olsen var í dag á vøllinum í 88 minuttir, tá Kolding spældi dyst á útivølli móti greiða oddaliðnum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, OB.

 

OB legði seg á odda í 79 minutti, men í seinasta minuttinum av vanligu leiktíðini javnaði Albert Nørager fyri Kolding, og so kundu Meinhard og liðfelagarnir ferðast til Jútlands við einum stigi í viðførinum.

 

Kolding hevur enn ikki tapt ein kappingardyst í 2025. Í trimum dystum hevur Kolding tryggjað sær sjey stig. 

 

Kolding er á sætta plássinum í deildini við 31 stigum. Á sjeynda plássinum er liðið hjá Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen, Hillerød, somuleiðis við 31 stigum, so kapprenningin um at røkka sætta plássinum, og harvið ovara endaspælinum er hørð.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Kolding dyst á heimavølli móti Hobro.