Meinhard og liðfelagarnir sluppu undan beinleiðis niðurflyting

Í dag var seinasta umfarið leikt í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen endaðu á triðaftasta plássinum og sleppa undan beinleiðis niðurflyting til triðbestu norsku fótbóltsdeildina.

 

Mjøndalen spældi í seinasta umfarinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini dyst móti Raufoss á útivølli. Tað eydnaðist Mjøndalen at vinna dystin 1-0.

 

Sigursmálið skoraði Mats Pedersen í 57. minutti. 

 

Tað sum eisini bjargaði Mjøndalen tveir upp- og niðurflytingardystir var, at Levanger tapti á heimavølli 2-3 (1-0) fyri Åsane. Levanger var á odda bæði 1-0 og 2-1, og tær løturnar vóru Meinhard og liðfelagarnir í Mjøndalen dømdir til niðurflyting. Men lukkutíð fyri Mjøndalen stóð Levanger eftir við ongum í dag.

 

Mjøndalen hevur 31 stig á triðaftasta plássinum. Gamla liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger hevur 29 stig á næstaftasta plássinum, og teir spæla í triðbestu deildini komandi kappingarár.

 

Mjøndalen møtir Jerv Grimstad í tveimum dystum, har vinnarin sleppur at spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár. 

 

Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF taptu aftur í dag. Í dag gjørdist talan um 1-3 tap fyri Egersund á útivølli. Egersund var á odda 2-0 í steðginum, og økti til 3-0 í fjórða minutti í seinna hálvleiki. 

 

Gullbrandur minkaði um munin til 3-1 stutt undan leikloki. Talan er um fyrsta málið hjá Gullbrandi hetta kappingarárið. Gullbrandur fekk leiktíð í 21 dystum hjá Sandnes í júst farna kappingarárinum.

 

Sandnes endaði langt aftast í deildini við bert 17 stigum, og teir mugu nú spæla í triðbestu deildini komandi kappingarár.