Meinhard Jacobsen nýggjur stjóri í Føroya Fiskavirking

Nýggi stjórin á Fiskvirking er ein pressari, men hann er eisini sera dugnaligur, siga tey, sum kenna hann

Síðani Jákup Mørkøre fór ur starvinum sum stjóri á Føroya Fiskavirking, hevur dúgliga hevur verið gitt, hvør mundi fáa heiðurin at verða settur í Føroya heitasta sess eftir hann.


Men eru allar gitinginar eru til fánýtis.


Tí nú er avloysarin hjá Jákup Mørkøre er funnin.


Ella í hvussu so er tað heilt tætt við.


Tað er í hvussu so er greitt, at nevndin í Fiskavirking hevur sett gørnini eftir Meinhard Jacobsen á Toftum.


Og seiglívað leysatíðindi vilja vera við, at nettupp hann verður næsti stjóri á Føroya Fiskavirking.


Hann, og nevndin í Fiskavirking, er komin ásamt um ein sáttmála og hann er nú sinnaður at átaka sær stjórastarvið í Fiskavirking.


Meinhard Jacobsen er 33 ára gamalur. Hann er útbúgvin sivilverkfrøðingur í Framleiðslu í Danmark.


Og hann er ikki heilt ókendur í Fiskavirking. Tí í eini tvey ár var hann rakstrarleiðari hjá Fiskavirking.


Men nú hevur hann í umleið hálvtannað ár verið stjóri á trimum, stórum Fiskavirkjum í Norðurnoregi.


Men nú kemur hann sostatt aftur á klettarnar, á gamla virkið sítt.


Hann er ein av teimum stjórunum, sum eisini hevur havt skitnar fingrar. Tí hann hevur eisini arbeitt í fiski.


Tey, sum kenna hann, sigur, at tey virkið, hann er stjóri á, eru í góðum hondum.


Tí hann ber orð fyri at verða ein pressari, og hartil sera dugnaligur.


Tað sigst, at hann fekk tað at bera til at arbeiða fisk við ongum studningi.


Meinhard Jacobsen hevur verið heima í jólafrí, men hann er nú farin aftur til Noregs at pakka.


Sverri Hansen nevndarformaður í Fiskavirking, sigur, at Meinhard Jacobsen kemur aftur til Føroya um 14 dagar at taka við stjórastarvinum á Fiskavirking.


Eftir, hvat skilst, skuldi eitt sindur til at yvirtala hann at taka við stjórastarvinum.


Tí, sum Sverri Hansen sigur: Hann hevur eitt gott starv í Noregi.


Men samstundis sær Sverri Hansen tað sum ein stóran fyrimun, at nýggi stjórin er ein, sum kennir fyritøkuna innanífrá. Hann leggur afturat, at Meinhard Jacobsen er ein teirra sum nevndin í Fiskavirking hevur havt í kikaranum til stjóra alla tíðina.