Meinhard Gaardlykke heldur fram sum formaður

Tænastumannafelagið hevur havt Aðalfund. Meinhard Gaardlykke heldur fram sum formaður, og næstformaðurin, Bárður Enni vórðu valdir í fjør og stóðu tí ikki fyri vali.

Andrea Nielsen ,kassameistari var afturvald. Tó var onkur broyting í nevndini. Poul Jakki Vitalis stillaði ikki upp aftur, og Hallur Fróðin Bech var valdur í hansara stað.

 

Eftir fundin skipaði nevndin seg við:

 

Meinhard Gaardlykke, formaður

 

Bárður Enni, næstformaður

 

Andrea Nielsen, kassameistara

 

Hallur Fróðin Bech, nevndarlimur

 

Eykalimir eru:

 

Rógvi Andrias Fossádal

 

Dávur Johannesen