Meinhard Gaardlykke heldur fram sum formaður

Tænastumannafelagið hevur havt aðalfund, og nevndin hevur skipað seg.

 

 

Meinhard Gaardlykke heldur fram sum formaður í Tænastumannafelagnum. 

 

Hetta er greitt eftir aðalfundin, sum hevur verið í felagnum.

 

Kassameistarin, Andrea Nielsen, stóð fyri vali. Hon varð afturvald. Bárður Enni er næstformaður, og Hallur Fróðin Bech er nevndarlimur.

 

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Meinhardi Gaardlykke sum formanni og Bárði Enni sum næstformanni. Andrea Nielsen er kassameistari, og Hallur Fróðin Bech er nevndarlimur.

 

Eykalimir eru Rógvi Andrias Fossádal og Pól Mohr, sum er nývaldur. Roknskapargrannskoðari felagsins er Eyðun Joensen.