Meinhard er fimti føroyski spælarin í Svøríki

Meinhard E. Olsen fekk í dag sínar fyrstu minuttir í svenskum fótbólti

Í løtuni spælir Brandur Hendriksson við Helsingborg IF í Allsvenskuni, sum er besta deildin í Svøríki. Hann er fyrsti føroyingurin, sum spælir i bestu deildini í Svøríki. Fyri uttan skálvíkingin, so eru bara tríggir føroyskir spælarar, sum hava spælt í Svøríki.

Les eisini: Meinhard bleiv tveittur fyri leyvurnar

Finnur Justinussen spældi eitt stutt tíðarskeið í 2013 við Jönköpings Södra, men tað bleiv bara til tríggjar dystir. Síðani skulu vit heilt aftur til 1981, tá Ábraham Løkin og John Janskor spældu við Sleipnir IF, sum eisini spældi í næstbestu deildini.

Meinhard E. Olsen bleiv í dag tveittur fyri leyvurnar í grannauppgerðini móti Örgryte IS. Í gjár fleyg Meinhard E. Olsen til Svøríkis, har hann skrvaði undir sáttmála við GAIS, sum spælir í næstbestu deildini. Í dag kom hann á vøllin seinastu ellivu minuttirnar av vanligari spælitíð, tá GAIS á heimavølli spældi málleysan javnleik móti grannunum úr Örgryte IS.

Fótbóltssambandið við Svøríki hevur verið gott gjøgnum árini, og hvør minnist ikki tíðina, tá Føroyar spældi sínar heimadystir í Landskrona í Svøríki. Vit hava fingið nýggjan landsliðsvenjara í  svenska Håkan Ericson, og nú er líkt til at fótbóltssambandið millum londini eisini merkir spælarar.