Ferðsluóhapp
Seinnapartin leygardagin varð ein maður førdur á Landssjúkrahúsið eftir at hann hevði koyrt útav við Motorsúkklu.
Løgreglan sigur, at maðurin koyrdi á motorsúkklu á Oyggjarvegnum, men við Kleynisvarða misti hann tamarhaldið á súkkluni og fór útav og meiðslaði seg so mikið illa, at hann mátti á Landssjúkrahúsið