Megnaðu ikki at mynda

ÍF miðvallarin Høgni Zachariassen ásannar, at hetta var ikki tað, sum teir høvdu ætlað, og hann gevur eitt nú tendringini skuldina

ÍF

-So hava vit roynt at tapa í Formula deildini.
Tað er fyrsta staðfestingin, tá ið ÍF miðvallarin og ein tann mest eyðsýndi spælarin higartil í hesum kappingarárinum, Høgni Zachariassen, ger status eftir 2-0 tapið ímóti B36.
- Í sovornum førum er tað upp til okkum at mynda spælið á heimavølli. Tað megnaðu vit ikki, tá ið teir vóru so tættir í okkum, og so tykist tað sum um, at tendringin ikki verður tann, sum tað er alneyðugt, at hon er. B36 spælir seg til fleiri møguleikar, enn vit megna, og tað er ikki so nógv at siga til, at teir vinna. Men um vit høvdu dugað betur at gjørt nyttu burturúr møguleikunum, sum vit fingu, tá ið teir høvdu mist ein mann, so kundu vit kanska havt fingið eitt stig.
Hvussu fer hetta at kennast í hesi vikuni?
- Tað er nú, at vit skulu vísa, hvør dugur er í okkum. Vit skulu til Runavíkar. Teimum vunnu vit báðar dystirnar ímóti í fjør, og eg haldi, at tað er týdningarmikið, at vit reisa okkum aftur beinanvegin. Vit vistu, at vit eina ferð fóru at tapa. Tað var spell, at tað var á heimavølli, og at vit kanska eiga stóran lut í tí sjálvir, men soleiðis var tað, og nú mugu vit leggja hetta afturum okkum og hava fokus á næstu uppgávuni, heldur ÍF miðvallarin.