TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Allan Norðberg, sum skeyt 10 mál fyri StÍF, tá StÍF vann 28-25 á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn í dysti í Faxe Kondi steypakappingini. Strandingar vóru á odda 13-11 í steðginum.
Tað var ein smeitur fyri Allan Norðberg og liðfelagarnar, at Sveinur Justinussen fekk reyða kortið aftaná at hava skotið átta mál, men Allan Norðberg slær fast, at hann og liðfelagarnir hildu fokus á uppgávuna uttan Svein Justinussen, og tað bar eisini á mál hjá strandingum. Allan Norðberg heldur eisini, at Pætur Johansen traðkaði í karakter við at skjóta fýra mál, og veteranurin, Levi Nybo vísti sítt virðið í málinum.
Allan Norðberg staðfestir, at tað sær ikki gott út hjá StÍF í landskappingini, og tí leggja teir nógv fyri at røkka langt í steypakappingini, sum er ein kapping, sum StÍF ofta stendur seg væl í.









