Megna at nøkta tørvin

Lívfiskastøðin í Skopun hevur enn sum áður sín stóra týdning í føroyskari aling, sjálvt um kynsbótaarbeiðið helt upp at í 2004 Laksur og síl verða ald á støðini fram til tey gýta, og kapasiteturin er nóg stórur til at nøkta tørvin í Føroyum

Tá Lívfiskastøðin í sínari tíð varð bygd, var hetta við tveimum endamálum í hyggju: Annað var at byrja kynbótaarbeiði í sambandi við síl og serliga laks, hitt var ein liður í einari bygdamenningsætlan, sum upptók politikarar nógv eftir kreppuna fyrst í 90-árunum.

Ein av teimum, sum hevur verið við so at siga frá byrjan, er Edmund Nielsen.

- Vit ala laks fram til hann er klárur at gýta, sigur Edmund Nielsen um arbeiðið á Lívfiskastøðini.

Tað er Fiskaaling við Áir, sum letur fiskin til Lívfiskastøðina í Skopun. Hann vigar tá um 100 gramm ella so.

- Vit hava tríggjar árgangir gangandi her á Lívfiskastøðini, meðan tann ynskti árgangurin er við Áir. Laksurin er eitt ár eldri enn hann er úti á sjónum, tá hann verður slaktaður. Og tað verður hann, tá rognini verða tikin, og tí mugu vit hava 4 árgangir Edmund Nielsen.

Lívfiskastøðin hevur eisini síl gangandi.

- Tað hava vit havt seinastu fýra til fimm árini. Talan er um tann gamla sílastovnin í Føroyum. Nakað av tí gekk norðuri í Skálabotni, og tað hava vit so havt inni nú, og tað er tann gamli sílastovnurin frá 1965, sigur Edmund Nielsen.

 

Sjúka í Noregi

Tá Lívfiskastøðin í sínari tíð læt upp, var ein stórur partur av arbeiðinum kynbótaarbeiði, men tað steðgaði fyri einum fimm árum síðani.

- Eg dugi ikki reiðiliga at siga, hví tað arbeiðið steðgaði, um tað kunnu hava verið fíggjarligar orsøkir, men eg veit tað ikki. Vit hava tó framvegis skil á øllum laksafamiljunum, og hava allar árgangirnar intaktar sigur Edmund Nielsen.

Hann heldur, at kynbótaarbeiðið steðgaði eftir at loyvið varð givið til at flyta rogn inn til Føroyar, so alararnir frítt kundu keypa har, teir vildu sjálvir.

- Tað er allarhelst óheppi at flyta rogn inn í fleng, tí tað er ikki til at siga, hvørjar sjúkur og annað, vit kunnu flyta inn í landið við hesum. Vandin er í hvussu er stórur, sigur Edmund Nielsen.

Og júst hetta at selja rogn til alarar er høvuðsuppgávan hjá Lívfiskastøðini.

- Vit selja rogn til alararnar, men av tí at tað stendur øllum frítt at keypa rogn allastaðni, har tú vil, so vita vit ongantíð, um vit eru keyptir ella seldir við tí, sum vit framleiða, og tað hevur gjørt tað rættiliga trupult, sigur Edmund Nielsen.

Hendan óvissan hevur gjørt, at teir ikki hava klárað at selt alt tað, teir hava framleitt seinastu árini, men fyri árið í ár er ógvuliga nógv selt – um ikki alt – og tað kemst av tí, at tað er uppstaðin ein nýggj sjúka í Noregi.

- Eg kenni ikki tekniska navnið á sjúkuni, men eg havi lisið í alibløðum, hvussu óførir norðmenn halda okkum føroyingar vera, at vit standa saman um ikki at keypa rogn frá Noregi beint nú, tí teir dragast við hesa sjúkuna, sigur Edmund Nielsen.

Orsakað av hesum keypa føroyskir alarar nú meiri frá Lívfiskastøðini.

- Men logikkurin er eitt sindur løgin í tí, av tí at roknast kann við, at tá sjúkan er bast, fara vit aftur at keypa rogn frá øðrum, sigur Edmund Nielsen.

Hann heldur, at skulu vit hava ein støð sum hana í Skopun, er neyðugt at vit trúgva upp á hana, og taka kynbótaarbeiðið upp aftur, um tað er tað rætta.

 

Rognini tikin við Áir

Edmund Nielsen sigur, at Lívfiskastøðin í Skopun lættliga kann nøkta allan tann tørv sum er á laksarognum í Føroyum.

- Sjálvandi ber ikki til at verja seg um óhapp koma inn í myndina sum ger, at arbeiðið forferst onkusvegna, men undir øllum vanligum umstøðum er eingin trupulleiki at nøkta tørvin, sigur Edmund Nielsen.

Sjálv tøkan av rognum fer øll fram norðuri við Áirnar har laksafamiljurnar eisini verða gjørdar, og soleiðis hevur tað verið so gott sum øll árini.

- Tá tað er komið hartil, at honirnar eru fram ímóti at gýta, verða tær koyrdar livandi norður til Áirnar, og har verða so rognini tikin. Samstundis verða laksirnir slaktaðir, so teir lata lív tá, um ein so kann siga, sigur Edmund Nielsen.

Smái laksurin og sílini, sum koma inn á Lívfiskastøðina í Skopun, koma eisini frá støðini við Áir, so talan er í veruleikanum um eina ringrás.

- Vit fáa tangabilar suður higar eina til tvær verðir um árið, tí tá fiskurin er so lítil, passar nógv í ein slíkan bil, sigur Edmund Nielsen.

So sigast má, at vit á Sosialinum høvdu valt ein hepnan dag at vitja á Lívfiskastøðini, tí júst hendan dagin fingu teir ein bil suður frá støðini við Áir við smáum laksi.

 

Gott arbeiðspláss

Men hvussu eru so útlitini fyri, at kynbótaarbeiðið á Lívfiskastøðini í Skopun verður tikið upp aftur?

- Nei, tað dugi eg ikki at siga. Tað er nakað, sum vinnan og myndugleikarnir mugu finna útav. Men sum eg havi skilt, er eitt skriv sent út, sum skal boða frá, at vit mugu vita, hvar vit flóta í hesum arbeiðinum. Tað ber jú heldur ikki til at framleiða rogn her, um eingin avtakari er til tey. So tað er eitt sindur óvist í løtuni, men vónandi verður ein avgerð tikin um hetta nakað skjótt, og helst undan sumrinum, sigur Edmund Nielsen.

Tað eru fýra ársverk knýtt at støðini í Skopun, og talan hevur verið um rættiliga støðug arbeiðspláss.

- Hetta arbeiðsplássið hevur verið rættiliga gott fyri økið her, og tær skattakrónurnar, sum inn er komnar, eru helst komnar væl við. So tað er ógvuliga óheppið, um tað skal minka niður. Verður hetta arbeiðsplássið burtur, mugu tey fólkini so fara at finna sær okkurt annað, sigur Edmund Nielsen.

Framtíðin tykist eftir øllum at døma heldur ótrygg, tó at Edmund Nielsen ikki dugir at siga, hvør lagnan hjá Lívfiskastøðini í Skopun verður.

- Tað hevur í fleiri ár verið tosað um, at Sandoyggin skuldi gerast eitt lívfiskaøki burturav. Men tað tykist, sum hetta hevur verið ein undanførsla, sum nýtt er, tí tað hava altíð verið ynskir um at alt her rundan um og á oynni sjálvari. Tað ber jú ikki til at halda fólki í óvissu allar ævir, tað skuldi helst komið ein meiri skipað loysn á hesum málinum, sigur Edmund Nielsen.

Sjálvur hevur hann nú starvast á Lívfiskastøðini í út við 14 ár, og tað ger eingin, um arbeiðsplássið ikki er gott.

- Jú, hetta hevur verið eitt óføra gott arbeiðspláss, tað er vist. Og tað verður púra vist saknur í tí, verður tað burtur. Men tað er í líka stóran mun tann veruleiki, at um vit ikki ynskja at framleiða okkara egnu rogn í Føroyum, so er tað ein ógvuliga vandamikil avgerð, bert at dúva upp á onnur, sigur Edmund Nielsen at enda.