##med2##
Størsti parturin av tiemum personunum, sum hava søkt um at koma til Danmarkar í sambandi við ta politiksu avtaluna um at flyta afganskar tulkar, sum hava samstarvað við danskar hermenn í Afganistandi, eru komnir ti l Keypmannahavnar.
Tað sigur Trine Bramsen, verjumálaráðfrú.
– Meginparturin av tulkunum eru lendir í København Luftan. Tað eru umleið 30 fólk, sum eru mett at hava tulkað fyri danskar hermenn, sigur hon.
–Síðani vikuskiftið eru komnar fleiri enn 250 umsóknir gjøgnum tulkaavtaluna. Men tað eru tey 30, sum í løtuni verða mett at hava samstarvað við danskar hermenn.
Nøkur eru avvíst, meðan onnur er send til metingar í Uttanríkisráðnum fyri at kanna, um tey á annan hátt hava arbeitt fyri Danmark ella kunnu verða mett at sleppa undir avtaluna at verða flutt til Danmarkar.
Umframt tulkar verða eisini onnur flutt úr Afganistan til Danmarkar – eitt nú fólk, sum hava arbeitt fyri donsku sendistovuna.
Sambært Trine Bramsen hava tey sær, at alsamt fleiri umsóknir eru komnar gjøgnum tulkaskipanina.
– Tað vóru bara nakrar fáar umsóknir síðst í juli. Síðani vikuskiftið eru komnar 250 umsóknir. Fólk sita alt samdørgrið og viðgera umsóknirnar, sigur verjumálaráðfrúan.
– Tí eisini ein áheitan: Um tú ert tulkur og hevur samstarvið við donsku verjuna og donsk herfólk, so er at søkja. Og tað skal søkjast nú. Tí tað er eitt avmarkað tíðarskeið, har vit kunnu flyta fólk burtur. Um fólk ikki søkja, so kunnu vit ikki hjálpa.
Verjumálaráðið fær enn umsóknir um evakueringar, so talið av tulkum, sum skulu fáast úr landinum, kann vaksa. Men í løtuni eru størsti parturin fingin úr Afganistan.
Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, sigur í dag, at tað ljóðar, at tað er ógvuliga trupult at sleppa inn á flogvøllin í Kabul.
– Støaðn er sera avbjóðandi, sigur hann í dag.
/ritzau/










