Mikudagin vórðu havnarborgarar mældir til at kóka vatnið, tí bakteriur vóru funnar í drekkivatninum í stórum parti av býnum.
Nú boðar kommunan frá, at drekkivatnið ikki er heilt reint enn. Vatnroyndir tiknar í gjár staðfesta nevniliga enn smáar nøgdur av bakterium í vatninum frá vatnverkinum í Villingadali. Tí stendur kókitilmælið frá vikuni við.
Nýggj roynd er tikin, og úrslitið fyriliggur mánadagin, og tá fæst meira at vita, upplýsir Tórshavnar kommuna.
Vatnið úr Havnardali er reint. Tí nýtist ikki at kóka vatnið í vesturbýnum og á Argjum. Sí myndina:
##med2##












