Ein týðandi partur av arbeiðnum hjá Meginfelag Útróðrarmanna er at kunna limir sínar um viðurskifti og hendingar sum ávirka ella koma at ávirka teirra arbeiði. Ein annar táttur er at gera útróðrarmannin, veiðuhátt hansara og umstøður betri kendar bæði her heima og uttanlands.
Nakað hevur verið nátt gjøgnum verandi fjølmiðlar. Eisini hevur verið roynt at geva eitt regluligt tíðindaskriv út, men hetta er bæði tíðar- og kostnaðarkrevjandi, og so er eisini ringt at halda tilfarið aktuelt, tí talan kundi bert vera um eitt kvartalsblað.
Til tess at røkka endamálinum eitt sindur nærri hevur Meginfelagið avgjørt at royna seg á Internetinum við einum vevstaði sum spennir víða, men samstundis skuldi verið einkult uppbygt, og har tekstur sum upplýsandi tilfar er settur fremst.
Ætlanin er so at leggja inn ymiskt tilfar t.d. lógir og kunngerðir, tíðindir, kunngerðir frá lokalfeløgunum o.s.fr. Eisini verður ein tjaksíða.
Vit vóna at hetta tiltakið kemur at verða við til at útbyggja okkara samskifti við limirnar og samstundis geva øðrum áhugaðum møguleika til eina grundleggjandi vitan um søgu og virksemi hjá Meginfelag Útróðrarmanna.
Adressan er www.megf.fo.
Við heilsan vegna Meginfelag Útróðrarmanna
Chris Jan Michelsen