Fyri eini løtu síðani misti alt meginøkið í landinum streymin.
Suðuroy slapp undan, tí streymveitingin har er fyri seg sjálva.
Á Sev verður upplýst, at talan er um eitt black out á Sundsverkinum og at skipanin verður starta aftur, men at tað tekur eina løtu.
- Tað plagar at taka ein hálvan tíma, tá ið tað gongur væl, sigur SEV.
Beint nú er streymurin við at koma aftur ymsastaðni í Havnini.










