Megastovnur til Suðuroynna

A. Guttormur Djurhuus

Tá eg las bløðini, sá eg at landsstýrið hevði avrátt at flyta umsitingina av Strandferðsluni til Suðuroynna í bráskundi fyri at bjarga oynni. At 20 familjulagnur fóru í skjeljasor, mátti so vera harvið. Hvat muna 20 familjur móti allari Suðuroynni?
Eg las víðari og á næstu síðu síggi eg heilsíðulýsing eftir stjóra til nýggjan almennan risastovn. Fyri at fáa Suðuroynna rættuliga á rættkjøl fer hesin nýggi stovnur at liggja í sunnaru helvt av Suðuroynni helt eg við mær sjálvum. Tí strandferðslan skuldi hava sæti í norðari helvt hevði eg skilt. Rættvísi skal ráða!
Spentur lesi eg lýsingina, fyrst eina ferð, so eina ferð afturat. Nei, har er eingin prentvilla møgulig. Stovnurin skal húsast í posthúsbygninginum á Argjum!
Nú tað av einhvørji orsøk varð gloymt at leggja stovnin í Suðuroy er tað minsta man kann gera at krevja at starvsfólkið á hesum nýggja stovni býr í Suðuroy. So fáa tey eisini tað stóru gleði at ferðast við stásuligu suðuroyarferjuni hjá strandferðsluni. Og best av øllum, strandferðslan fer at geva avlop!