Medvedev á Vestara Áarbakka

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein russiskur forseti vitjar Vestara Áarbakka, men í dag kemur Dmitrij Medvedev hagar at tosa við palestinska forsetan, Mahmoud Abbas. Fundurin verður í býnum Jeriko.

Russland hevur sagt, at landið vil fegið gera sítt til at fáa gongd á friðarsamráðingarnar millum ísraelsmenn og palestinar, men eygleiðarar siga, at higartil hevur Russland havt ein lítlan leiklut í hesum arbeiðinum. Ferðin hjá Medvedev kann tí vera eitt tekin um, at Russland nú fer at leggja størri dent á viðurskiftini í Miðeystri, siga teir.

Úr Jeriko fer Medvedev til Amman í Jordan, har hann skal hitta Abdullah kong. Ætlanin var, at hann skuldi fara til Ísraels eisini, men tann vitjanin er avlýst orsakað av verkfalli í ísraelska uttanríkisráðnum, skrivar AP.