Medvedev tikið við sum russiskur forseti

Dmitrij Medvedev hevur fyrrapartin tikið við sum forseti í Russlandi Umleið 2.000 russisk og útlendsk umboð vóru í Kreml fyrrapartin, tá tann 42 ára gamli Dmitrij Medvedev varð tikin í eið sum russiskur forseti.

Í sínari takkarrøðu segði nýggi forsetin, at hann fer at virka fyri at styrkja støðu Russlands í altjóða høpi og at bøta um korini hjá russiska fólkinum.

Fráfarandi forsetin, Vladimir Putin, tók eisini orðið. Hann takkaði sínum starvsfólki og teimum russisku veljarunum fyri stuðulin tey átta árini, hann hevur verið forseti.

Medvedev hevur boðað frá, at Putin verður forsætisráðharri, og ætlandi verður hann tilnevndur í morgin.