Medvedev farin heimaftur

Russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, fór klokkan átta í kvøld við flogfari úr Keypmannahavn til Moskva. Tað seinasta tiltakið á vitjanini var eitt tiltak við russiskum balletdansarum frá tí kenda Bolsjoj leikhúsinum í Moskva. Tiltakið var í konsertsalinum í Tivoli.

Í dag hitti russiski forsetin Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, og á einum tíðindafundi aftaná lýsti hann vitjanina sum søguliga.

Áðrenn hann kom til Danmarkar seinnapartin í gjár, hevði russiski forsetin verið á almennari vitjan í Noregi.