-So nógv kjak um míni bróst. Tað eru bara bróst! Vit hava tey øll. Lat okkum taka tað róligt og hyggja eftir tí jaliga í lívinum, sigur Medina í aftursvari í dag. Nógv kjak hevur verið um framførsluna hjá Medina í sendingini hjá DR leygarkvøldið, har hon trein á pallin í gjøgnumskygdari skjúrtu, og bróstini sera sjónlig.
-Eg elski míni klæði, og standi við meg sjálva. Orsaka, um eg havi fornermað harra og frú keðilig, og takk til stuðulin frá tykkum, sum taka undir við móta, stuttleika og jaligum tankum, sigur Medina á síni Facebook síðu.
Yvir 500 fjepparar hjá songkvinnuni hava higartil ?dámt? hetta innslagið frá Medina.