Medina sigraði á Teiti

Tað gjørdist Medina og ikki Teitur, sum varð kosin at hava gjørt ársins donsku poppfløgu sambært brúkarunum av tónleikaheimasíðuni gaffa.dk. Mikukvøldið vórðu virðislønirnar latnar, men tað gjørdist eingin føroyskur vinnari.

 

Heilt stóri vinnarin av Gaffa-virðislønunum var bólkurin Kashmir, sum fór avstað við fimm virðislønum. Honum næstur var Medina, sum umframt bestu poppfløguna eisini varð kosin ársins danska kvinnuliga listakvinna.

 

Tað vóru brúkararnir av heimasíðuni gaffa.dk, sum við atkvøðum avgjørdu, hvør skuldi vinna hvat, eftir at ein dómsnevnd hevði tilnevnt einstaklingar og bólkar.