Medina: Eg græt eftir onkrar konsertir

Gjøgnumbrotið sum poppsangari var hart og krevjandi, greiddi Medina frá í sendingini Hvonn Live leygarkvøldið

Songkvinnan Medina telist millum størstu poppstjørnurnar í Danmark, og hon hevur eisini havt hitt uttan fyri Danmark – eitt nú í Týsklandi.

Gjøgnumbrotið fekk hon í 2008, og fyrstu tíðina gekk tað sera skjótt uppeftir hjá songkvinnuni, sum hevði ilt við at fóta sær í meldrinum.

- Eg græt eftir onkrar konsertir í fyrstuni. Eg hevði trupult við at venja meg við, at øll høvdu meiningar um meg, at tey kritiseraðu mínar framførslur og funnu upp á lygisøgur um meg, segði Medina í Rás2-sendingini Hvonn Live leygarkvøldið.

Hon segði, at hon hevði ilt við at minnast alt, sum hendi fyrstu tíðina, tá ið sangurin Kun For Mig gjørdist eitt risahitt.

- Nú eri eg von við alt hóvastákið, og eg skilji, at soleiðis er tað bara. Eg royni at hugsa um teir góðu fjeppararnar, sum eg havi, tað er serliga teimum eg syngi og spæli fyri, og eg eri takksom fyri, at eg havi møguleikan at framføra mín tónleik fyri so nógvum fólki, segði Medina.