Í løtuni syngur Medina á stóra palli á Frigg, og leysliga mett eru um 3000 fólk møtt upp til at hoyra popp drotningina.
Pallurin er umbroyttur, og er nú fullur í ljósareyðum glimmuri, meðan Medina og hennara bólkur øll eru ílatin í hvítum klæðum. Eisini er Medina í sera høgum glitrandi stilettum, so hennara gliturtema er væl gjøgnumført.
Higartil hevur hon framført fleiri av hennara kendastu løgum, har serliga lagið ”For altid” fekk fjøldina sera væl við. Ímillum tónarnir, tosar Medina sera róliga um at tað er umráðandi at verða ein sjálvur og ikki hugsa um hvat onnur halda.
- Eg havi glett meg sera nógv til konsertina í dag, ið er tann fyrsta summar konsertin eg skal spæla í ár, vóru fyrstu orðini frá Medinu á pallinum.