Danska poppdrotningin Medina vitjar í Føroyum næsta vikuskiftið.
Fyrireikararnir siga, at so stórur áhugi er fyri konsertini hjá Medinu, at skipað verður fyri einari konsert afturat sama kvøld – ella rættari somu nátt.
Fyrra konsertin verður í Luux klokkan 1:30 og er fyri eldru áskoðararnar, seinna konsertin verður í REX klokkan 3.00, og er fyriskipað saman við Ó. Hendan er fyri miðnámsnæmingar.
– Tá Medina varð kunngjørd á Voxbotn í 2012, seldi hon 1.000 atgongumerki upp á ein tíma, og áðrenn eitt samdøgur var farið, vóru 2.000 atgongumerki seld, sigur Rúni M. Djurhuus, fyriskipari.
– Tí er tað einki minni enn eitt scoop hjá LUUX og REX, at hon kemur har at spæla, sigur hann.
Men sambært fyriskiparunum er tað ikki eitt scoop, ið er komið av sær sjálvum. Rúni Djurhuus sigur, at teir hava arbeitt við at fáa hana aftur, líka síðan hon var á Voxbotn, og at tað nú endiliga er eydnast.
Medina gav í fjør tvær útgávur út EP’ina “Arrogant” og konsertplátuna “Tæt på - Live” og hevur líka síðan fyrstu útgávuna í 2007 verið í toppinum av donskum tónleiki. Seinastu árini hevur fokus verið á stóra útlandið, og eru hennara plátur givnar út á enskum kring heimin. Í USA kom fyrsta útgávan út í 2013, og staklagið “You & I” endaði ovast á Billboards Hot Dance Airplay hittlistanum.