Medda aftur ovarliga

Eitt broytt B36-lið, sum tykist styrkt á flestu økjum, ætlar sær enn einaferð at vera partur av oddastríðnum í deildini

B36

Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen, John Petersen og Jóhannis Joensen. Hetta vóru bert nøkur av nøvnunum, sum tey í B36 máttu siga farvæl til, tá kappingarárið í fjør var liðugt.
Sanniliga nøvn, sum hava nakað at siga hjá einum felag, men hetta merkir tó ikki, at B36 hevur minkað um ambitiónirnar til komandi kappingarár. Leikaraskiftini hava eisini vent hinvegin, soleiðis at leikarar í avgjørdum føroyskum toppklassa hava funnið vegin til B36.
Miðvøllurin var í fjør kanska veikasti parturin av liðnum, og tað hevur felagið í øllum førum gjørt nakað við. Fróði Benjaminsen er eftir eitt ár í íslandi nú aftur í Føroyum, og einki er at ivast í, at hann verður ein fongur. Tað kann Mikkjal Thomassen eisini gerast, um hann megnar at finna spælið frá seinasta steðgi sínum í B36 framaftur. Og so er Ingi Højsted nú aftur í Føroyum, eftir at hann hevur verið partur av fótbóltsskúlanum hjá Arsenal.
At verja málið hevur felagið fingið ongan annan enn Jákup Mikkelsen, og so tykist einasti spurningurin vera, hvussu álopsparturin skal mannast. Her hevur felagið í allan vetur arbeitt við fleiri loysnum, men enn er so eingin nýggjur John Petersen komin til felagið.
Stutt undan kappingarbyrjan byrjaði suður-afrikanski Obele Okeke Onyebuchi at venja við felagnum, og so er spurningurin, um hann er maðurin, sum kann loysa álopsspurningin.
Tí júst álopsparturin er kanska einasti parturin av B36-liðnum, sum enn ikki er komin í rættlag. Við sterkum profilum á miðvøllinum, nøkrum royndum leikarum í verjuni og landsins besta málverja í búrinum, tykist tekningin til nakað stórt vera til staðar.
Álopsparturin telir eisini leikarar sum Levi Hanssen, Bergur Midjord og Tummas Hans Rubeksen, men hóast hesir eru evnaríkir leikarar, so er tað helst enn nakað tíðliga at krevja, at hesir skulu vera berandi kreftir á liðnum.
Samanumtikið er helst einki at ivast í, at B36 aftur í ár verður eitt av liðunum, sum kunnu roknast sum avbjóðarar til gullið hjá HB. Og júst tað, at gullið tríggjar ferðir á rað er endað hjá grannunum, er kanska størsti motivatiónsfaktorurin hjá teimum svørt/hvítu. Um tað so fer at eydnast teimum at taka heitið, er ein annar spurningur.