Randi í Jógvansstovu
Hetta stendur skrivað á einum gomlum bygningi niðri í Keypmannahavn. Tað skuldi so tryggjað okkum, at lógir, ið verða gjørdar her, eiga at byggja samfelagið upp og ikki bróta tað niður. Vit vilja jú eisini byggja land við lóg, ella hvussu?
Tá partur av kommunustýrinum í Leirvík kærdi borgarstjóran til Innlendismálaráðið fyri at brúka borgarans pengar í heimildarloysi, vóru vit fyrst noydd at bíða í fimm mánaðir, og síðan fingu vit ein slutur fyri ein slatur. Ikki einans reingir Innlendismálaráðið sannleikan, men fer eisini so langt sum at síggja burtur frá kommunustýrissamtyktini frá 29. mai 2006, har einmælt varð samtykt at fylgja samtyktini frá fíggjarnevndini:
Fíggjarnevndin mælir til at seta 150.000 kr. av til planlegging av havnarøkinum í sambandi við vegagerðina (sum varð samtykt av Føroya Løgtingi tann 16. mai 2006).
Kommunustýrið í Lerivík hevur ongantíð samtykt at gera ein bátahyl inni á Toftanesi.
Eingin lóg verður brotin sambært Innlendismálaráðnum, alt er í skjønnasta ordan, hóast teir eru væl vitandi um, at arbeitt verður av øllum alvi við at bróta løgtingslógina um vegaføring um Leirvík. Hvar er Landsverk í øllum hesum? Hví fara teir ikki í gongd? Hvønn er tað, sum teir ræðast so illa?
So stutt sagt til tykkum í Innlendismálaraðnum: Eg gevi einki fyri tað svarið, vit, ið kærdu, fingu. Tit góvu málinum eina politiska viðgerð, blástu lógini ein langan marsj og geva grønt ljós fyri at halda fram við at bróta lógina í Leirvík.
»Uhyggen breder sig«. Er nøkur skomm eftir í kroppinum á tykkum, eiga tit at taka tykkum saman og geva kæruni eina objektiva viðgerð. Um ikki tit virða lógir landsins, verður vindandi galið her á landi.
Við vón um, at rættvísi er galdandi fyri øll.