Ímeðan vit bíða: Nú eru 63 prosent av allari orkunýtsluni úr olju

Ímeðan vit bíða eftir grønari orku, er veruleikin, at alsamt størri partur av orkuframleiðsluni er úr olju

Í 2015 vóru 42 prosent av teirri orku vit brúktu, úr olju. Men nú er talið komið upp á sløk 64 prosent.

Í dag er sostatt ein nógv størri partur orkuni vit brúka, frá oljuriknu verkunum hjá SEV, enn tað tað var fyri fýra árum síðani, verður staðfest í eini nýggjari uppgerð frá Orkudeildini á Umhvørvisstovuni.

Uppgerðin vísir, at higartil í ár er hevur orkuframleiðslan verið 21 GWh størri enn í sama tíðarskeið í fjørð, og tað er ein vøkstur upp á 10 prosent.

Men nógv tann størsti parturin av vøkstrinum, er orka, sum verður gjørd á oljuverkunum hjá SEV.

Frá januar til august í 2015 vóru 17,4 prosent av orkuni frá vindorku, og frá januar til august í ár, vóru 13,3 prosent av orkuni frá vindorku.

Frá januar til august í 2015 vóru 40,5 prosent av orkuni, vit brúktu gjørd á vatnorkuverkunum hjá SEV, men frá januar til august í ár eru bara 22,9 prosent av orkuni frá vatnorkuverkum.

Men frá januar til august í 2015 vóru 42,1 prosent av orkunu, vit brúktu, gjørd á oljuriknu verkunum hjá SEV, men frá januar til august í ár er hetta talið komið upp á 63,8 prosent.

Annars hevur tað í fleiri ár verið eitt politiskt mál, at í 2030 skal øll orkunýtsla á landi vera frá grønum orskukeldum, men tølini vísa, at vit fara alsamt longur burtur frá tí málinum.