Meðal oljuprísurin í 2009: 43 dollarar fyri tunnuna

Nýggjasta forsøgnin hjá altjóða orkustovninum EIA, metir, at oljuprísurin fyri 2009 fer í meðal at liggja um 43 dollarar fyri tunnuna. Oljuprísurin hevur verid sera óstødugur tad sídstu tídina. Nógvir eru serfrøðingarnir, sum royna at meta um, hvar prísurin fer at liggja í 2009. Nýggjasta forsøgnin hjá altjóða orkustovninum EIA, metir, at oljuprísurin fyri 2009 fer í meðal at liggja um 43 dollarar fyri tunnuna. Hetta er lægri enn mett áður. Høvuðsorsøkin er tann minkandi altjóða eftirspurningurin eftir olju. Orkustovnurin metir eina minking í eftirspurninginum eftir olju uppá 800.000 tunnur um dagin í 2009. Hetta skal sammetast við, at tey i desembur væntaðu eina minking í eftirspurninginum uppá 450.000 tunnur.

OPEC stríðist eisini fyri at fáa oljuprísin upp. M.a. hevur heimsins størsti oljuframleiðarin Saudia Arabia sagt, at teir ynskja at skerja framleiðsluna meira enn tað, sum er álagt teimum við OPEC avtaluni. Marknaðurin væntar eisini, at OPEC møguliga fer at skerja framleiðsluna meira.