Varaformaðurin fyri skotska fótbóltsambandið (S.F.A.), Gordon Smith kunngjørdi at McLeich hevði latið inn skrivliga uppsøkn, seinnapartin í gjár.
- Vit eru vónbrotin av at missa Alex sum okkara venjara, segði Gordon Smith.
Formaðurin í S.F.A., George Peat segði í einari samrøðu, at:
- Tað er við sorgblídni at eg kunngeri fyri tykkum at Alex McLeich hevur sagt seg úr starvi sum landsliðsvenjari við beinleiðis ávirkan.
- Eg eri keddur av at McLeich hevur tikið hesa avgerð, hann er ein framúrskarandi venjari, og hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiði við landsliðnum.
Varaformaðurin, Smith og formaðurin, Peat vóru í samráðingum við Alex, tá hesir vóru í Suður Afrika til lutakastið um komandi HM-undankappingina. Teir vónaðu at røkka einari semju, ið hevði havt við sær at McLeich hevði hildið áfram í sætinum fyri Skotland.
Fyrrverandi Glasgow Rangers venjarin stýrdi Skotlandi tætt til at spæla seg til endaspælið í EM í 2008, men eitt tap móti Italiu, fyri 10 døgum síðani hevði við sær at so skuldi ikki vera.
Tá skotska ferðalagið kom aftur til Bretlands tók McLeich avgerðina um at hann fór at siga seg úr starvi.
Longu dagin eftir 2-1 tapið móti Italia á Hampden leikvøllinum settu Birmingham seg í samband við dámliga skotan, um at lokka hann til næststørsta býin í Onglandi at stýra Birmingham framá í Premier League. Hetta man ivaleyst hava verið eitt gott tilboð, tí alt bendir á at Alex McLeich fer at vera kunngjørdur sum avloysari hjá Steve Bruce, sum venjari fyri Premier League liðið, Birmingham.
Tað er tíðindafundur í Birmingham Football Club í morgin kl 10:30, og har verður Alex McLeich væntandi kunngjørdur.